Mánadagin lítið lot millum landnyrðing og norðan, sólglottar á hádegi og hitin um trý stig.
Týsdagin verður hann meiri eystan í ættini, annars líkist veðrið degnum fyri.
Mikudagin verður ættin millum eystan og landsynning og ímóti kvøldi frískar hann vindin uppí lot til frískan vind.
Hósdagurin verður dagurin sum líkist burturúr restini av vikuni, tí tá verður skrið ella stormur av beinum eystri, tað verður samregn allan dagin og lýggjari - upp í sjey stig.
Fríggjadagin verður minni vindur, lot til frískan vind ímillum landnyrðing og landsynning, framvegis regn ella ælaveður og hitin 7 stig ella eitt sindur kaldari.
Næsta vikuskifti fer hann at mala av ymsum ættum, sunnudagin verður regn og frískari vindur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo