Tað hevur verið gott veður nú í longri tíð, men okkurt bendir á, at vikan sum kemur verður bæði vátari og við meira vindi enn vit hava verið von við.
Í morgin frískar hann sum frálíður vindin upp í ein strúk av landsynningi ella suðri og tað fer at regna seinnapartin. Hitin um 9 stig.
Týsdagin heldur minni vindur aftur, lot til frískt lot av landsynningi og suðri, skýggjað men turt fyri tað mesta og hitin 8-10 stig.
Mikudagin eitt skifti upp í strúk av lágætt og regn, hitin upp í 10 stig.
Hósdagin regn ella ælaveður allan dagin, hvassur vindur ímillum útsynning og landsynning og hitin 8-10 stig.
Fríggjadagin hvassur vindur ella skrið av útsynningi og vestri, okkurt æli men eisini sólglottar, hitin 9 stig.
Næsta vikuskifti verður minni vindur aftur, leygardagin kemur hann høgt og tað verður sól ein stóran part av degnum og hitin um 7 stig. Sunnudagin uppí hvassan vind lágt og nakað lýggjari, uppí 10 stig, men regn ein stóran part av degnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo