Tey sum leita eftir útferðarmálum á netinum leita eftir Føroyum, síðani eftir Portugal og Íslandi.
Tað skrivar miðilin WalesOnline við stóra ferðaportalinum Kayak sum keldu.
Samstundis hækka prísirnir at ferðast eisini. Eitt nú eru flogferðaseðlar til Portugals hækkaðir 28% og til Íslands heili 43% samanborið við prísirnar fyri einum mánaða síðani.
Tað løgna er, at hóast flestu eftir øllum at døma hava áhuga í at ferðast til Føroya, so eru prísirnir á Føroyarutuni bert hækkaðir við fýra prosentum, skrivar miðilin.
Lagt verður kortini afturat, at tað kann hava samband við, at tað longu frammanundan er dýrt at flúgva til Føroya samanborið við lond sum til dømis Portugal.
Tað hoyrir við til søguna, at tað framvegis bert eru fá lond á so nevnda grøna listanum hjá Stórabretlandi, og at tað tí er lítil kapping ímillum londini. Umframt Føroyar eru eisini lond sum Ísrael, Nýsæland, Australia og Gibraltar á listanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo