Bono og vinir hava konsert í september í Royal Arena í Keypmannahavn, skriva danskir miðlar.
DR.DK skrivar at sagt var longu í november, at bólkurin kom til Danmarkar, men nær og hvar, var einki sagt um.
Men nú váttar Live Nation, at írski rockbólkurin kemur til Keypmannahavnar eisini í sambandi við evropeiska partin av heimsturnéini ’Experience + Innocence Tour’.
Konsertin verður í Royal Arena á Amager leygardagin 29. september.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo