Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tónleikabólkurin Tweed & Hyenas er nú liðugur við næstu útgávuna, folks , hvørs tónleikur tekur støði í hondskrift, tekning og mongu mátunum tílík útrykk skapa týdning í okkara lívi.

Í tónleikaligum samspæli við tey sekstan teknini, ið prýða permuna, tekur folks fatur á nøkrum, ið kann tykjast sum meiningsleys spekulativ skrift, fyri at rúma ymisk menniskjaslig tema.

Úrslitið er ein útgáva við 16 skeringum, ein fyri hvørt grafiska tekin, harav átta eru stutt ófyrireikað og aloftast instrumental verk, meðan hini átta eru fullbúnaðar kompositiónir.

Sangirnir eru ikki líka langir ella kompleksir, og hetta skapar eitt samsvarandi mótspæl millum tað barnsliga og fullvaksna, har tey stuttu verkini ikki tykjast liðug, sum um okkurt enn vantar. Men kortini eru tey fullgjørd í sjálvum sær. Tað, ið hesi “lítlu fólk” vilja peika á, er teirra serstaka naivitet og einfeldni, sum skal virðismetast síð um síð við teir størru, meiri fullkomnu tónleikagrannarnir.

Sjálvt um løgini á útgávuni eru fastlæst, so eru tey sekstan teknini á permuni óheft, sum bjóðar lurtaranum at spæla við tey, sum honum lystir. Soleiðis kann brótast frá reglinum, og tann einstaki kann finna fram nýggjar meiningar og søgur gjøgnum sjálva útgávuna og tann felagskapin av ‘fólkum’, ið hon innrammar.

Sum Chris Marker hevði orðað tað: sagnir eru bornar í heim úr trongdini at tulka tað ótulkiliga. folks hevur eitt dynamiskt og lívligt úttrykk við einum mildum dámi. Við varisliga sungnum vokalum fortelur teksturin um eina gandakenda gerandisverð, full við evnum vit kenna: kærleika, vinum, missi, dreymi, harðskapi og deyða. Nógvir sangir eru uppkallaðir eftir fólki, kendum sum ókendum. Hesir einstaklingar, ið verða knýttir at grafisku teknunum á permuni.

Drívmegin í kreativu mannagongdini hevur verið spæligleði og vøkudreymar - sinnistandir, ið vit øll hava, men ikki loyva okkum nóg ofta at verða í. Boðskapurin hjá folks er ein elligomul lívsregla: samansjóðing og samskapur eru avgerandi fyri okkum menniskju. Tann stóra nøgdin av gestaframførslunum á folks undirstrikar hendan boðskap.

folks bleiv upptikið, ljóðblandað og framleitt í samstarvi við Sean Woodlock í Hackney Road Studio.

Útgávan bleiv mastrað av Noel Summerville á 3345 Mastering. Perman er sett saman av Kirstin Helgadóttir, og teknini eru gjørd av Klæminti Hofgaard. Á folks hava hesi framført: Ben Madeley (gittar/vokal), Toby Couling (trummur/vokal/klaver), Max Goff (bassur/vokal) og Klæmint Hofgaard (høvuðsvokal/gittar/klaver). Afturat hesum eru seks gestaleikarir: Lisa Busby (vokal), Tomáš Kašpar (‘pedal steel’ gittar), Katie Down Dixon (vokal), John Harries (elektroniks), Jamie Coe (‘prepared’ gittar) og Rose Dagul (sello).

folks kann stroymast frá 18.12.20 á øllum stórum tónleikaplattformum. Her er hon á Spotify.

Fylg við Tweed & Hyenas á teirra Instagram her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo