Tvøroyrar kommuna: Í sambandi við eldsbrunan í Varðanum Pelagic tann 9. juni í ár skipar Tvøroyrar kommuna fyri borgarafundi í skúlahøllini í Trongisvági mikudagin tann 28. juni 2017 kl. 19:00-21:00.
Á borgarafundinum luttaka umboð fyri Tvøroyrar kommunu, Varðan Pelagic, Suðuroyar Sjúkrahús, politiið og sløkkiliðið umframt umboð fyri aðrar myndugleikar, sum høvdu við átakið at gera.
Lokalsamfelagið á Tvøroyri og í Suðuroynni í heila tikið vóru vitni til hendingina, tá eldur kom í Varðan Pelagic. Hendingin var ógvuslig og av slíkum slag, sum tíbetur kemur sjáldan fyri her á okkara leiðum.
Hóast myndugleikar og fyritøkan hava gjørt sítt til, at kunningin kring hendingina við eldsbrunanum hevur verið nøktandi, kunnu tað verða borgarar á Tvøroyri, sum ynskja, at høvi verður at seta myndugleikum og fyritøkuni spurningar í sambandi við hendingina.
Endamálið við borgarafundinum er tí at tryggja, at borgarin á Tvøroyri og í Suðuroynni annars hava fingið eina nøktandi kunning um hendingina og møguligar avleiðingar av henni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo