Løgtingslimir í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum hava lagt broytingaruppskot fram viðvíkjandi avmarkandi tiltøkum í sambandi við atgerðir móti Ukraina.
Broytingaruppskot til 3. viðgerð av løgtingsmáli nr. 100/2022: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Víðkaðar heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk)
b r o y t i n g a r u p p s k o t
§ 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Tiltøk, sum kunnu ávirka fiskivinnuavtalur við onnur lond, ella sum avmarka útflutning av
fiskavørum og matvørum, kunna ikki setast í verk uttan við heimild í serstakari løgtingslóg. Tó
kann landsstýrismaðurin avmarka virksemi hjá russiskum fiskiskipum at fara fram í ávísum havnum
í Føroyum.”
Viðmerkingar:
Ásetingin í stk. 2 verður broytt nakað. Við uppskotnu orðing verður landsstýrismanninum heimilað at avmarka virksemi hjá russiskum fiskiskipum at fara fram í ávísum havnum í Føroyum, uttan at hava heimild í serstakari løgtingslóg. Hetta merkir t.d. ikki, at landsstýrismaðurin kann avmarka virksemi til bert at umfata nakrar ávísar tænastur ella annað. Tá er neyðugt við heimild í serstakari løgtingslóg sbrt. § 1, stk. 2, 1. pkt.
Á Løgtingi, 16. juni 2023
Jacob Vestergaard Árni Skaale
Beinir Johannesen Bárður á Lakjuni
Jørgen Niclasen
Broytingaruppskot til 3. viðgerð av løgtingsmáli nr. 100/2022: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Víðkaðar heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk)
b r o y t i n g a r u p p s k o t
§ 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Tiltøk sbrt. §1 kunnu setast í verk, tó skal landsstýrismaðurin fáa heimild í serstakari løgtingslóg, um fiskivinnuavtalur við onnur lond ella avtalur um útflutning av fiskavørum og matvørum verða avmarkað.”
Viðmerkingar:
Stk. 2 verður orðað av nýggjum.
Tað verður heimilað at seta tiltøk í verk sbrt. § 1 í løgtingslóg nr. 90 frá 17. mai 2022, um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina. Men ætlar landsstýrismaðurin ella landsstýrið at seta í verk átøk, ið avmarka fiskivinnuavtalur við onnur lond ella avmarka avtalur um útflutning av fiskavørum og matvørum, kunnu hesi átøk ikki setast í verk uttan við heimild í serstakari løgtingslóg.
Á Løgtingi, 16. juni 2023
Bárður á Steig Nielsen Erhard Joensen
Helgi Abrahamsen Johan Dahl
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo