Nýggja bókin hevur tittulin Mamman vil tær tað besta, og er 170 blaðsíður og í stívari permu.
Bókin kostar 298 krónur.
Í fororðinum sigur biskupur millum annað, at tað at skriva lestrar til Vágaportalin hevur verið sær ein fragd og ein gleði.
- Endamálið er einfalt og tvíliðað: At siga eitt orð um Jesus og vera góður við menniskju.
- Áhugavert er tað, at lestrarnir eru lisnir og hava givið afturljóð. Virðingin fyri lesaranum er stór og endurspeglast í ávísari eyðmýkt yvir fyri uppgávuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo