Í dag skrivaðu borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen og stjórin í Articon, Jón Sigurdsson, undir sáttmálan um træbryggjuna í Sørvági.
Kostnaðurin fyri umvælingina er slakar 4 mió. kr. og arbeiðið byrjar eftir summarfrítíðina.
Gamla træbryggjan er frá 1966, og hevur sostatt hálvthundrað ár á baki og hevur tænt fyri seg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo