Almannaverkið hevur sett upp eina fasta framsýning við hjálpartólum, har fólk hvønn týsdag millum 13 og 15 kunnu royna hjálpartólini saman við einum terapeuti.
At knappa skjúrtuna er ein púra vanligur partur av gerandisdegnum á sama hátt, sum tey flestu okkara uttan at hugsa um tað lata okkum í hosurnar um morgunin. Vit gera okkum mat, fara í brúsu og lúka í havanum.
Men hjá nógvum eru hesar gerandisuppgávurnar vorðnar torførar og í nógvum førum ógjørligar. Men ikki við einum hjálpartóli.
Hjálpartól eru nógv meira enn koyristólar. Á føstu framsýningini hjá Almannaverkinum síggjast hjálpartól, sum hjálpa brúkaranum í øllum lívsins viðurskiftum. Har eru hjálpartól til alt vanligt persónligt reinføri, til matgerð og til at hjálpa fólki við at lata seg í og úr klæðum. Hjálpartól til sjónveik og fólk, sum eru rørslutarnaði.
Har eru eisini ein røð av hjálpartólum til minnisveik - alt frá klokkum, sum vísa um tað er nátt ella dagur, til GPS ur og serligar teldlar til minnisveik.
Framsýningin er opin hvønn týsdag millum 13 og 15.
Tá er eisini ein terapeutur tøkur, sum kann hjálpa við at finna rætta tólið, at royna tólini og sum veitir vegleiðing til, hvussu søkjast skal um hjálpartól.
Hjálpartól verða latin til fólk við varandi tørvi og tað skal altíð ein umsókn og málsviðgerð til, áðrenn hjálpartólið verður latið út.
Um tað ikki ber til at koma, tá framsýningin er opin, ber til at biðja um tíð frammanundan frá einum av terapeutunum.
Endamálið við framsýningini er tvífalt.
Almannaverkið vil fegin kunna um hvørji hjálpartól eru tøk, samstundis sum tað er til fyrimuns hjá bæði borgara og Almannaverkinum at terapetar eru til taks, tá ið framsýningin er opin.
Almannaverkið hevur samband við nógv fólk, sum hava tørv á hjálpartóli, men samstundis eru tey nógv, sum ikki vita hvørji hjálpartól finnast til júst teirra tørv.
Eitt nú er best hjá minnisveikum at fáa sær hjálpartól, so skjótt sum gjørligt eftir at árinini eru farin at vísa seg.
Framsýningin er á Smyrilsvegi 14 í Havn í hølunum hjá Hjálpartóla- og endurvenjingarmiðstøðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo