Í mai er tað 21 ára gamla sørvágsdaman Tórunn Johnsdóttir Kruse, sum sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági.
Tórunn hevur altíð dámað sera væl at tekna, mála og gjørt onnur listalig ting. Tá hon var yngri, sat hon altíð og teknaði í fríkorterinum í skúlanum, og tey í flokkinum plagdu viðhvørt at spyrja, um eg ikki kundi tekna teimum okkurt, sigur hon.
Tá Tórunn var 12 ára gomul, byrjaði hon at mála við akryl máling á lørift, og tað ger hon enn. Tórunn gekk tveir vetrar á kvøldskúla í Miðvági hjá Pól Skarðenni, og tað hjálpti henni í gongd við at mála.
Tórunn fann eftir hetta útav, at henni dámar betri at mála enn at tekna.
Henni dámar best at mála við náttúrligum litum og mála í einum meira ráðum stíli. Hon málar sum oftast størri lørift.
Málihugurin kemur sum oftast í tíðarskeiðum. At mála er fyri Tórunn ein heilt serlig terapi, ið fær hana at blíva róliga og slappa av í tonkunum. Hon málar av berum áhuga, tí hon heldur tað er spenanndi og bergtakandi at síggja, eitt hvítt lørift broyta seg til eina forteljing við nógvum kenslum.
Í framtíðini hevur hon ætlanir um, at málingin fer at fylla ein part av hennara gerandislívi, tí henni dámar tað so sera væl.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo