Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Mynd: Birita Mortensen

Mynd: Ólavur Fredriksen

Mynd: Birita Mortensen

Mynd: Ólavur Fredriksen

Leygardagin 25. februar fara Tórshavnar Manskór og Havnar Hornorkestur á fyrsta sinni at hava eina konsert saman. Hetta verður í Læraraskúlahøllini kl. 16.

Tórshavnar Manskór varð stovnað av Bjarna Restorff og Kára av Reyni í 1986 og hevur tí 31 ár á baki í ár. Kórið er við tíðini blivið eitt rættiliga stórt kór, sum hevur nógvar framførslur á hvørjum ári. Til hesa konsertina verður kórið undir leiðslu av Bjarna Restorff og Kára Bæk.

Havnar Hornorkestur er, við sínum 114 árum av elstu tónleikaligu feløgunum í landinum, ein sera aktivur felagskapur og eins og Tórshavnar Manskór, setir sín dám á mangt og hvat. Orkestrið hevur í langa tíð verið stjórna av Ova Olsen, sum tó í summar legði frá sær. Nýggjur dirigentur í Havnar Hornorkestri er Tróndur Herason Olsen.

Til konsertina leygardagin framføra kórið og orkestrið bæði hvør sær og saman og tónleikurin, ið spældur verður er bæði til gaman og álvara. Konsertin verður góðan tíma til longdar og tað er ókeypis atgongd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo