Føroyski animatiónsfilmurin “Skúla Scam” hjá 17 ára gamla Tóka Jansson er blivin tjakevni í donsku pressuni, eftir at føroyski mentamálaráðharrin, 67 ára gamli Jenis av Rana, hevur noktað at gjalda út ta upphædd, sum filmsráðgevarnir hava mælt til, at filmurin skal fáa.
Upphæddin er 40.000 krónur, sum teir báðir filmsráðgevarnir Hans Petur Hansen og Barbara í Stórustovu ætlaðu at filmurin skuldi fáa.
Berlingske skrivar um málið og hevur m.a. eina viðmerking frá føroyska filmsleikstjóranum, Andriasi Høgenni, sum býr og arbeiðir í Danmark.
Andrias, sum tríggjar ferðir hevur vunnið Geytavirðislønina, er ørkymlaður um støðuna og kann staðfesta, at siðvenjan at játta almennan stuðul til film er brotin. Nú mugu vit verja talufrælsið, sigur hann.
Framleiðarin, Jonas í Dali Wagner, hevur klagað til løgtingsins umboðsmann.
Marianne Rathje sigur við DR, at hon hevur granskað í málbrúki og hvussu banniorð verða brúkt millum tilkomin fólk og ungfólk. Hetta er ein spurningur um ættarliðsskifti, sigur hon.
Ungfólk góðkenna og brúka banniorð í munandi størri mun enn tilkomin fólk, vísur kanningin hjá Rathje.
Tá Tóki í summar vísti føroyska filmin “Skúla Scam” á filmstevnuni Buster í Keypmannahavn, var fult hús av ungdómum, sum vóru spentir at síggja føroyskan film og tosa við leikstjóran um skúlasøgurnar í Grand Biografinum.
Við VP hevur Tóki sagt, at hann ikki gevast at gera film, hóast Jenis noktar honum stuðul.
Sankta Frans Skúli í Havn, har Tóki hevur gingið, hevur skrivað um “Skúla Scam” filmarnar hjá “okkara Tóka”, sum tey siga. Les her
Her er heimasíðan hjá “Skúla Scam”: http://skulascam.com/
Um málið í Berlingske: trýst her
Um málið í DR: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo