Amerikanska netstaðið TMZ skrivar nú at rocklegendan Jerry Lee Lewis er á lívi.
Fleiri stórir miðlar endurgóvu netstaðið at rocklegendan var deyð, men hetta var ikki satt, skrivar NRK.
– Okkum er sagt rock 'n' roll-legendan er á lívi, heima í Memphis. Fyrr í dag varð sagt okkum av einum sum segði seg umboð fyri Lewis at hann var deyður. Tað vísti seg ikki at vera satt. TMZ harmast feilin, skrivar nettstedet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo