Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Í kjallaranum hjá Sverra Mortensen, sála á Argjum stendur tann 82 ára gamla motorsúkklan hjá honum og leingist eftir sínum harra, sum átti hana í 76 ár.

Anders And-nummarplátan, 313, er eitt tað kærasta minnið um Sverra, nú hann andaðist mettur av døgum, 98 ára gamal.

Tann 24. mai í 2008 var Sverri, 87 ára gamal, við fjølmentum ferðaliði, ið helt tvørturum Kunoy úr bygdini niðan á tað 830 metrar høga Kúvingafjall og oman eftir Skarðinum, men við skarðsmunnan helt Sverri seg ikki til at ganga úr avtoftaðu bygdini Skarði suður til Haraldsunds.

Hann varð tí skjútsaður til bygdina.

Treiskur sum hann var, fór hann til gongu vikuna eftir av Skarði til Haraldsunds og endaði soleiðis ferðina í Kunoy. Ein ferð, sum hjá øllum hinum tók einar 11 tímar.

Fimm ár seinni, Kristi himmalsferðardag tann 9. mai í 2013 var Sverri, 92 ára gamal, við í motorsúkklu- og bilaferð inn á Nes, har tann dugnaligi heimildarmaðurin, Jógvan Ingvard Olsen, greiddi frá kanónini, ið peikar út á Skálafjørðin, og tí gamla, søguríka prestagarðinum.

Eg sigi við Sverra:

"Tú ert óførur! At fara aftur til Kunoyar."

Og alt fyri eitt letur í honum á eyðkendum brosandi argjamáli:

"Eg var so ungir tá."

Lat tað verða sagt, at lívið hjá Sverra var minni enn so altíð gaman. Hann bardi seg ígjøgnum sorg og harm, avbjóðingar, trupulleikar og sakn við Jobs toli.

Altíð mildur og takksamur. Altíð blíður at koma inn til.

Eitt tað besta, hann visti, var at fáa vinfólk á gátt í tí brøttu Heiðagøtu 2A á Argjum.

Sverri tók so væl ímóti sínum gestum, at teir um neyðugt fingu hvør sínar skóleistar upp á føturnar, tá ið teir høvdu latið seg úr skónum í gongini hjá honum.

Og so var tað kaffi og vinarbreyð, hugnaligt, mennandi prát um gomul minnir og søgur úr stóru verð, tá ið hann sigldi úti sum ungur.

Her varð prátað um bilar og motorsúkklur, um ta drúgvu lívsleiðina millum mekanikk og motorar.

Um sang og sangferðir tey mongu árini Sverri dugnaði kvartettini Teimum Fýra við síni vøkru rødd.

Sverri Mortensen møtti trúliga upp í Svimjihøllini í Gundadali hvønn gerandismorgun og svam sínar ásettu metrar og aftaná geislaði hann sín eyðkenda hugna út í hvønn krók í hitarúminum.

Sverri fevndi við síni karismatisku medferð um øll ættarlið. Øll vóru trygg í hansara nærveru. Hann var sjálvandi heiðurlimur í felagnum Føroya Ellisakførum.

Flaggdagin koyrdi hann fremst á síni BSA 313, tá ið ellisakførini í stórum fylgi fóru sína siðbundnu ferð frá felagshølunum yviri við Strond í Havn oman í Tórsgøtu.

Tey seinnu árini, tá ið Sverri ikki longur fekk koyrt motorsúkklu sat hann fremstur í fylginum í Ford T-bilinum hjá Eiriki Lindenskov, inntil hann settist bundin í koyristóli heima á Argjum, tí nú orkaði hann ikki longur.

Hesin milt sagt dámligi argjamaðurin hevði altíð sítt hugnaliga heim opið.

Nú standa øll borglið víðopin í Himmiríki fyri Sverra Mortensen á Argjum.

Heilsan
Sonne Smith

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo