![3 gestir flatt](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/2/3/csm_3-gestir-flatt_7c85d1775a.jpg)
![3 gestirnir til midma la loegmans 6 august 2023](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/6/d/csm_3-gestirnir-til-midma-la-loegmans-6-august-2023_cd63cf6504.jpg)

Tórshavnar kommuna: Sonja drotning vitjaði seinast í Føroyum í 2014. Tá var ein stórur partur av vitjanini privatur. Almenni parturin av vitjanini vardi bert ein dag. Síðan vitjaði Sonja drottning m.a. í Kirkjubø og á Listasavninum, umframt at hon vitjaði 10 bygdir og býir.
Tá var tað soleiðis, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, var gestur hjá býarstýrinum í Oslo undir 200 ára haldinum fyri norsku grundlógini í maimánaði sama ár. Tá fekk hann boðini um, at drottningin kom til Føroya at vitja seinni sama ár.
Nú vitjar drottning Sonja so aftur við kongaskipinum, sum liggur við Skansabryggjuna í Havn. Hesaferð er talan um privata vitjan, tó so hevði drottningin stundir til ein millummála saman við m.ø. løgmanni og borgarstjóranum í Havn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo