OY Voxbotn: TikTok stjørnan Nathan Evans kemur á OY Voxbotn 2023. Sjómansvísur ella á enskum Shanties fingu av álvara nýtt lív, tá 27 ára gamli skotski postmaðurin Nathan Evans legði eitt video á TikTok, har hann sat og sang eina gamla sjómansvísu. Vísan var fangandi og løtt at syngja, og TikTok brúkarar um allan heim foru á gera sokallaði Sea Shanties, og sangurin bleiv eitt viralt hitt.
Eftir stuttari tíð var Nathan Evans miðpunktið í einari nýggjari mentanarligari rørslu við sokallaðum Sea Shanties, sum eftir stuttari tíð hevði yvir 20 milliónir av vísingum og eisini megnaði hann at koma ovast á hittlistarnar kring heimin.
Í Føroyum hava sjómansvísur ofta verið nýttar í veitslulagi, men uttanlands hevur hendan sjangran so at siga verið útdeyð; men við løgum sum Wellerman, The Last Shanty, Told you So og Ring Ding hevur Nathan av álvara vakt gleðini hjá unga ættarliðnum fyri fólksligu tónleikasjangruni. Tit kunnu gleða tykkum, tí hetta liggur til føroyska høgrabeinið, og Nathan Evans fer so avgjørt at seta lív í fjøldina í Vágsbotni.
Vit gleða okkum at kunngerða enn fleiri nøvn í næstum, tí Voxbotn 2023 verður størri enn nakrantíð og heili 2 dagar.
Forsøluprísurin til OY Voxbotn er kr. 995,- og atgongumerki fáast hjá Effo kring landið, í Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo,
OY Voxbotn 2023 í samstarvi við SMS, Atlantic Airways, OY, BankNordik, Posta, Eta, Burger King, Effo, Coca Cola og Nema
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo