Tíðindini um Eysturoyartunnilin, sum fer at lata upp fyri almennari ferðslu áðrenn ársskiftið, ferðast kring allan heim. Seinast er tað stóri amerikanski miðilin Fox News sum hevur tunnilin á breddanum, og kallar bragdið við rundkoyringini onki minni enn ótrúligt.
Miðilin endurgevur føroyingar og útlendingar sum hava gjørt vart við seg á sosialu miðlunum um undirsjóvartunnilin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo