Eftir at eg avleveraði lykilin til Álaborg og var byrjaður at hugsa um næsta kapitul í mínum lívið fekk eg eina nýggja uppgávu frá Føroyingafelagnum í Aalborg. Eina øðrvísi uppgávu, sum eg ikki hevði væntað at gera enn á sinni. Men við mínum lætta lyndi, eri eg altíð klárur at átaka mær eina spennandi uppgávu, og tað fari eg hervið í gongd við.
Klokkan er farin av 19 sunnukvøldið eftir ræstkjøtaveitsluna. Eg siti við køksborðið heima í íbúðini á C. W. Obel kollegiunum. Í bakgrundini kennist tað sum brummi av Dolci Gusto maskinuni spælir í takt við tónunumm frá Sam Smith úr hátalarunum. Meðan angurin frá mínum chai tea latte so smátt byrjar at fylla køkin, siti eg og hugsi um mína tíð í Føroyingafelagnum. Um tú, sum lesari, ikki enn er komin á slóðina um, hvat uppgávan hjá Føroyingafelagnum er, so er at fylgja við, meðan eg greiði frá endurminningum mínum. Áðrenn tú byrjar at bresta útúr látri og hugsa, ”halt kipp ikki, sum hann er blivin gamal”, so skal eg siga tær, at hasin tankin longu hevur strokið meg, og eg fangaði meg sjálvan í at flenna at mær sjálvum. Tá eg hugsi um endurminningar, hugsi eg um tær bøkur, eg havi lisið um eldsálir, íverksetarar og slóðbrótarar, sum hava sett fingramerkið sítt á alheimin. Hetta fær meg at hugsa um, hvat eg kann bjóða tykkum lesarum? Havi eg veruliga upplivað so nógv? Gjørt so nógv? Eg veit ikki, møguliga. Lat okkum nú síggja, hvørji gullkorn koma úr hesum endurminningum. Síðani kunnu vit gera okkum eina niðurstøðu, um eg hoyri til nøkur av hesum heitinum.
So set teg væl til rættis, og lat meg føra teg aftur til ta tíðina, tá ið alt byrjaði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo