Í dag gevur TUTL fyrsta staklagið hjá bólkinum The Mirror Men út. Lagið, ið kallast ”Out of Tune,” er hart og buldrandi.
- Tað snýr seg um at velja røttu avgerðina í røttu løtuni," sigur høvuðsmaðurin Sigmund Zachariassen.
Sangurin kemur út á sjey tumma singulplátu gjøgnum TUTL og fáast til keyps í Tutl handlinum á Káta Horni í dag. Á plátuni eru eisini b-síðu uppøkurnar av ”Tea is Served” og ein akustisk útgáva av ”Out of Tune” við munn-harmoniku intro.
Bólkurin er mannaður av Aksel Tórgarð á trummum og Sigmund Zachariassen á sang og gittar. Bólkurin The Mirror Men hevur eftirhondini nøkur ár á bakið og gjørdi serliga um seg í 2011, tá ið teir endaðu á 2. plássi í Sement finaluni og seinni vóru millum nøvnini eitt nú á G! Festivalinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo