BirkBloggur: Eftir eitt ryggleyst lív við alkoholi, andaðist írski sangarin og yrkjarin, Shane MacGowan, heima í Dublin, 65 ára gamal hin 30. novembur.
Í undirhaldsvinnuni er tað eitt vælkent uppáhald, at stjørnurnar, óansæð úttrykk, eru so bundnar av rúsevnum, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær tær syngja, skriva og spæla seg út av eggini. Alt fyri okkum.
Í nýggjari tíð minnist eg ongan, ið hóast góðan penn, valdi at skelta so týðuliga við drykkjuskapi, at tað kendist beinrakið, tá New York Times skrivaði í minnningarorðum, at Shane MacGowan hevði eina “titanically destructive personality”, men samstundis var “a master songsmith whose lyrics painted vivid portraits of the underbelly of Irish immigrant life.”
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo