Bruce Springsteen hevur avlýst sína konsert í Greensboro, North Carolina í protest móti eini nýggjari lóg sum hann heldur diskriminerar LGBT-persónar.
Tað skriva útlendskir miðlar.
Orsøkin til politisku protestina hjá Bruce Springsteen er ein umstrídd lóg sum North Carolina hevur samtykt.
Lógin hevur fingið heitið «ves-lógin» og sigur stutt og greitt at persónar skulu brúka tað ves sum hoyrur til teirra biologiska kyn.
A statement from Bruce Springsteen on North Carolina: https://t.co/YahXTKffvV
— Bruce Springsteen (@springsteen) 8. april 2016
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo