Kl 16.30 verður konsertfyrilestur har Per Wium fortelur og Stanley Samuelsen, syngur og spælir
Stanley Samuelsen, gittar og sang
Per Wium, frásøgumaður
The Beatles byrjaðu í 1962 og alt var longu liðugt í 1970.
Per greiðir skemtiliga og undirhaldandi frá tí tónlistarligu menningina, um røddirnar, um tónleikin, um samstarvið millum Lennon og McCartney, um leiklutin hjá Harrison.
Um árskiftið 1964-1965 vóru The Beatles á palli í London so at siga hvørt kvøld. Á skránni vóru løg sum “Twist And Shout”, "Baby's In Black", "Can't Buy Me Love", "I Feel Fine", "A Hard Days Night", "Rock And Roll Music" og "Long Tall Sally".
Árið eftir fingu Beatlarnir nýggjan íblástur og fóru at gera royndir við nýggjum ljóðførum og stíli í sínum tónleiki.
Hetta var eitt ár við stórum broytingum. Tónleikurin broyttist øgiligt, og teir gjørdu av at gevast við almennum konsertum.
Per Wium og Stanley Samuelsen eru báðir uppvaksnir við The Beatles og hava fingist heilt nógv við tónleik teirra.
Báðir eru royndir tónleikarar við rót í 60’ara tónleiki, og teir geva tær serliga vitan um tónleikin hjá bólkinum, og akustisku tulkingarnar hjá Stanley geva tær høvi at njóta sangirnar við tónlistarligum smálutum og kenslubornari virðing fyri upprunaverkunum.
Per Wium er tónleikari og musikkjournalistur. Han hevur arbeitt sum vertur í tónleikadeildini hjá danska kringvarpinum DR. Í dag fæst han mest við at halda fyrilestrar um The Beatles og tónleik teirra. Hann hevur skriva bókina “Beatles for alle – en introduktion til gruppens musik”, sum kom út í 2010. Bókin varð endurprentað við eykatilfarið í august 2015.
Flestir føroyingar kenna Stanley Samuelsen. Føddur í Fuglafirði og hevur upptraðka sum sangari og guitaristur síðan 1964, og hann gjørdist av álvarar kendur í Føroyum við bólkinum Silly Boys. Hann hevur útgivið seks fløgur við egnum tónleiki og sangum. Stanley spælir bæði einsamallur og við bólki og hevur drúgvar royndir sum studiotónleikari og hevur sjálvur framleitt fleiri av sínum egnu fløgum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo