Undir Kórfestivali 2017 í Norðurlandahúsinum leygardagin vóru tað serliga tey ungu kórini, ið gjørdu seg galdandi, og tað er at frøðast um, heldur Kórsamband Føroya. Rytmiska ungdómskórið Xperiment vann ikki minni enn tvær av fýra virðislønum, meðan Gøtu Kirkju Ungdómskór og Tórsahavnar Kamarkór vunnu hinar báðar.
Eftir at tað kanska gekk eitt sindur spakuliga afturá í kórstevnuhøpi, so eydnaðist 50 ára jubileumsárið fyri kórstevnur hjá Kórsambandi Føroya avbera væl. Ein høvuðsorsøk er helst, at felagið hevur broytt kórstevnurnar frá at liggja yvir 2-3 tríggjar dagar, til at verða fyriskipað ein og sama dag. Somuleiðis er heitið broytt frá “kórstevnu” til ”kórfestival”.
Fyri tveimum árum síðani teknaðu átta kór seg til Kórsfestival 2015, í fjør 11 kór, og í ár luttóku heili 13 kór á Kórsfestivali 2017, sum varð hildin við einum fullsettum Norðurlandahúsi leygardagin.
Tað vóru serliga tey ungu kórini, sum gjørdu seg galdandi í ár, hóast Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu av Bernharði Wilkinson triðja árið á rað fyri sína framførslu varð virðislønt fyri eitt nú presisión, musikalitet og dynamikk.
Rytmiska ungdómskórið, Xperiment, fekk virðisløn fyri mest frumkendu, festligastu og sermerktu framførslu. Til dømis mátan at framføra, rørsla, koriografi, serligan innmarsj, variatión í uppstilling og so framvegis.
Somuleiðis valdu áhoyrarnir at løna Xperiment fyri bestu framførslu, og harvið vann kórið undir leiðslu av Sigrið Sivertsen og Andreas Samuelsen tvær av teimum fýra virðislønunum.
Eyka virðislønina undir heitinum “Ársins herðaklapp” valdu dómararnir at geva Gøtu Kirkju Ungdómskóri undir leiðslu av Símuni Hammer.
Dómarar undir Kórfestivali 2017 vóru Kári Jakobsen, Eyðun av Lakjuni og Gunnvá Zachariassen.
Fremja nýhugsan í kórhøpi
Endamálið við at skipa árliga kórfestivalin sum eina kapping, er at fáa kórini at hugsa eitt sindur um, hvussu og hvat tey syngja. Meira enn ein kapping skal hetta síggjast sum íblástur hjá kórunum til at finna uppá okkurt nýtt, sum kann gera eina framførslu eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Hetta heldur nevndin í Kórsambandi Føroya hevur eydnast, tá hugsað verður um, hvussu íðin og væl fyrireikaði, kórini møta upp, og har nógv nýskapn er at síggja í sangvali, framførslu, uppstilling og øðrum hjá teimum ymsu kórunum.
- Í Kórsambandinum frøðast vit sjálvandi um, at serliga tey ungu kórini gera seg galdandi. Hetta er eitt týðiligt tekin um, at føroyskur kórsangur – eftir at hava verið í einum lítlum aldudali seinnu árini – nú av álvara er komin fyri seg aftur, sigur Kári Bæk, formaður í Kórsambandi Føroya.
Tað vóru tó ikki bara tey ungu kórini, ið gjørdu seg galdandi undir ársins kórfestivali. Týðiligt er at síggja, at framburðurin sæst nógvastaðni. Eitt nú leggja alt fleiri kór dent á at duga sangirnar uttanat, og hetta skapar betri dynamikk og eina meiri fullkomna sanguppliving hjá áhoyrarunum, heldur Kórsamband Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo