- Henda tíðin við korona ger, at vit mugu boyggja okkum so lang og taka upp aftur samstarv við Fólkaflokkin, sigur ein eyðmjúkur fyrrverandi løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum.
- Higartil áralanga bannið, haldi vit tosa um seks ár, av Fólkaflokkinum er hervið avlýst.
- Hetta er ein svár avgerð, men sum tá ið Móses rætti stavin hjá sær út yvir Reyðahavið og bjargaði ísraelsmonnum, rætti eg nú mína hond út móti formanninum í Fólkaflokkinum.
- Nú eigi eg mínar røtur í Sørvági og kenni tað sum oyna skyldu, at vit samstarva heldur enn at kríggjast við formannin í Fólkaflokkinum, sum oysini er sørvingur, sigur Aksel V Johannesen.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo