Dátt við komu feigdarboðini, at mín góði gamli vinmaður Terji Dalsgaard var smallin um, og nú lá og bíðaði eftir at sleppa higani.
Havi kent Terja alt tað eg kann minnast. Og tað var næstan ikki dagurin, at vit ikki samskiftu.
Og sum ein rættur Dalsgaardari, kundi Terji vera bæði skemtingarsamur og argandi.
Terji var musikalskur, og á yngri árum, spældu vit nógv saman til dans í dansistovunum runt um.
Seinni hevur Terji spælt guitar í samkomuhøpi, og í búnum árum setti hann sær fyri at læra seg at spæla orgul, og hevur síðani loyst av í Kirkjuni heima á Sandi, og í heimbygdini Skálavík.
Terji fór í bankalæru í Sjóvinnubankanum, og hevði tann heiður at búgva hjá stórskaldinum Heðini Brú, sum eisini var ættaður úr Skálavík.
Hesi seinastu mongu árini, hevur Terji rikið sítt egna bókhaldsvirki. Hann stovnaði eisini Sandoyarportalin, sum var nógv lisin í lokalsamfelagnum.
Eisini høvdu vit yrkisligar ætlanir, sum nú fóru í grøvina við Terja.
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um Terja, við djúpastu samkenslu til tykkum sum eftir sita. Guðruna og Sonju á Sandi, og Sonju Axel, og Erlu.
Tíbetur kenna vit ikki tíman og staðið.
Jákup Fróði Djurhuus
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo