KVF: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur júst handað Teiti Lassen, tónlistamanni, Mentanarvirðisløn landsins fyri 2023.
Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 krónur, verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
Í síni grundgeving, staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, at Teitur Lassen er fjølgávaður tónlistamaður, tónasmiður, yrkjari, tónleikari, sangari og framleiðari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo