32 ára gamla amerikanska stjørnan, Taylor Swift, er tann sangari, sum í nýggjari tíð hevur eydnast best at endurnýggja og flyta seg við egnum sangum frá einum stíli, country, til ein annan, popp og R&B, uttan at missa takið á marknaðinum og egnum úttrykki.
Tíggjunda útgávan Midnights, sum kom út fríggjadagin 21. oktobur, fær ummælið ”instant classic” frá kenda tónleikablaðnum Rolling Stone. Við egnum reflekterandi sangum hevur Taylor Swift serliga brúkt TikTok. Teir 13 sangirnir eru “a collection of music written in the middle of the night, a journey through terrors and sweet dreams,” sigur Swift, sum skrivara allar sangirnar sjálv.
Spotify upplýsir samstundis, at Midnights er mest stroymda útgáva eftir einum degi, og amerikanskir plátuhandlar siga, at útgávan er hin mest selda í analogum LP-plátu formati í hesi øldini.
Hóast stóru framgongdina hevur Taylor Swift valt ”Anti-Hero” at verða fremsta sangin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo