9. juni: Henda dag í 1812 var tann kendi astronomurin JOHANN GOTTFRIED GALLE føddur nærhendis bygdini Radis, sum liggur einar 20 km í ein útsynning frá Wittenberg í Eystur-Týsklandi. Johann bleiv studentur frá Wittenberg gymnasium 1830 og sama árið immatrikuleraður við Friedrich Wilhelm universitetið í Berlin.
Hann tók prógv í matematikk og fysikk 1833 og undirvísti eina stutta tíð sum studentaskúlalærari í býnum Guben, sum í dag er býttur sundur í ein týskan part og ein polskan part (Gubin), tí býurin liggur beint á markinum við ánna Neisse millum tað núverandi Polen og Týskland.
Johann treivst ikki sum undirvísari, so tvey ár seinni vendi hann aftur til universitets-verðina í Berlin.
Høvuðsinteressan hjá Johann Galle var avgjørt astronomi og stjørnu-observatiónir; og akkurát í 1835 hevði universitetið í Berlin innrættað eitt spildurnýtt og ultra-modernað observatorium við einum stórum Fraunhofer-teleskopi, sum hevði ein diametur uppá 22,5 cm í ljósopninginum.
Tann viðgitni spektral-analytikarin Fraunhofer (1787-1826) roknaðist fyri at vera tann mætasti linsu-framleiðarin tá í tíðini, og eftir deyða hansara framleiddi man framvegis eftir hansara uppskrivt, modellum og tekningum ekstremt klár og sterk teleskop.
Tann astronomiski systematikarin Johann Galle arbeiddi við observatoriið í Berlin í samfull 16 ár. Við tí frálíka Fraunhofer-kikaranum uppdagaði hann ein hóp av nýggjum fakta um Universið, sum vaktu stóran ans um alt Europa. Johann víðkaði um okkara samladu rúmdar-vitan. Hann uppdagaði eisini ringarnar um planetina Saturn í 1838, og veturin 1839/40 fann hann tríggjar ókendar kometir.
Tann astronomiski stjórin á Berlin Observatorium, Johannes Frantz Encke brúkti sjálvandi teleskopið mesta partin av tíðini, bæði til undirvísingar og til egna gransking, so Johann Galle mátti passa sær løgir, tá ið teleskopið ikki var í brúki. Men tær kostbæru løtur, hann slapp framat, lukkaðist tað honum næstan altið at finna okkurt nýtt og forvitnisligt fyribrigdi í tí velduga Universinum.
Í 1845 gjørdist hann ein av teimum fyrstu, sum fekk tað akademiska heitið, "dr. phil" í astronomi-fakinum.
Eftirsum tað skjótt spurdist um alt Europa um tey forvitnisligu rúmdar-uppdagilsini hjá Johann Galle, fekk hann alsamt uppgávur fyri onnur universitet, har hann fekk sent ávísar rúmdar-koordinatar ella peilingar, sum hann skuldi kanna nærri. Hetta gav honum sjálvandi góðar inntøkur, men tað tarnaði honum ikki sørt í sínum egnu granskingum.
Men so fekk hann eina heilt sensationella uppgávu um heystið 1846: Tað var tann kendi franski matematikarin og astronomurin, Urbain le Verrier, sum skrivaði til hansara um sínar sjáldsama eksaktu matematisku kalkulatiónir av, hvussu planetin Uranos ferðaðist.
Verrier, sum var ein stak intelligentur matematikari, sum hevði specialiserað seg í sonevndari celestiskari mekanikk (ein tyðandi partur av rúmdar-fysikk), kundi bædi síggja og berokna, at Uranus á síni elliptisku leið gjørdi nakrar perturbatiónir, tað vil siga heilt óforútsigiligar skeiklingar og bogar, sum ikki passaðu eftir tyngdarlógini, og bara kundu forklárast, hvis man roknaði við einum øðrum ókendum himmal-likami (helst planet nr. níggju), sum mátti vera uttanfyri Uranus.
Hetta hugfangaði Johann Galle, hóast kollegarnir vóru rættiliga skeptiskir. Men eitt stjørnuklárt kvøld stillaði Johann sær teleskopið við sera stórari akkuratessu og peilaði beint móti tí "lítlu" rúmdar-sektiónini, sum Verrier hevði nevnt og biðið um. Longu tað sama kvøldið varnaðist Johann eina "stjørnu" av sonevndari 8. stødd, bara eina grad burtur frá tí positión, sum Urbain le Verrier hevði skotið upp.
Johann hugdi í síni stjørnukort, og smb. "Berliner Akademischen Sternkarte" skuldi eingin stjørna vera akkurát har.
Tey næstu tvey kvøldini var eisini hampuliga klárt veður, so tað lukkaðist Johann at dokumentera, at "stjørnan" hevði førkað seg fýra bogasekundir eftir 48 tímum, og harvið var prógvað, at likamið ikki kundi vera ein stjørna, men mátti vera ein planet (gongustjørna).
Tað var ein sera dramatisk "stjørnuløta" í astronomiskari søgu.
Nú hevði tann franski matematikarin Verrier fingið rætt, men Galle fekk tann internationala heiðurin av at hava funnið ta níggindu planetina.
Hann gav henni navnið NEPTUN.
Vanligt er, at natúrvitskapsmenn ofta klandrast um, hvør var fyrstur við einum uppdagilsi ella erkennilsi, men tað rós skal Johann Galle hava, at hann ongantíð sjálvur tók sær æruna av at hava funnið Neptun.
Hann segði altíð, at Verrier var tann sanni uppdagarin av tí níggindu planetuni. Men eftirtíðin hevur treiskliga fest seg við, at Galle var tann fyrsti, sum sá Neptun, og tí fær hann heiðurin sum uppdagarin.
Í 1851 flytti Galle til Breslau universitet, har hann gjørdist stjóri á einum observatorium, sum lá vid "Schlesischen Fr. Wilhelms Universität Breslau". Har arbeiddi hann í meira enn 45 ár. Hann granskaði og beskrivaði ógvuliga gjølla meteorar og teirra rúmdarleiðir. Hann studeraði eisini magnet-feltini hjá Jørðini og var ein av teimum fyrstu systematikarunum í fakinum klimatologi.
Í 1894 skrásetti og beskrivaði hann í einum drúgvum yvirliti 414 kendar kometir.
Hann skrivaði meira enn 200 bøkur um astronomisk evni. Hann gavst ikki at arbeiða, fyrr enn hann var fyltur 84 ár og fylgdi væl við í øllum astronomiskum vitskapi, líka til hann doyði í 1910, sum 98 ára gamal.
Tvey mánakratur eru uppkallaði eftir honum, og ein av ringunum um Neptun hevur eisini fingið navn eftir Johann Galle.
Virgar T Dalsgaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo