Trúgvin á Jesus sum Harra og frelsara er fyri mær lívsins kjølfesti. Vit fáa í trúnni eitt heimligt tilhald og ein grundvøll at virka á og ganga út frá.
Trúgvin gevur okkum ein samleika. Hon sigur frá hvaðani vit koma, hvørji vit eru, og hvagar leiðin gongur. Trúgvin er myndandi og skapandi.
Trúgvin á Jesus ger lívið fjálgari og vakrari, hóast ikki alt vignast. Í trúnni fáa vit lut í Guðs friði, ið er omanfyri alt og samstundis mitt í øllum. Ein frið, sum ber av øllum viti. Ein frið, sum hesin heimur ikki eigur at geva.
At trúgva er at siga ja til Jesus, svá hann er lýstur og opinberaður í Halgubók. At trúgva er menniskjans avgjørda val at venda sær til Guðs.
Hóast trúgvin er Guðs verk í Heilagum Anda, so avger hin einstaki, um hann/hon velur at trúgva ella ikki. Í trúnni siga vit ja til Jesus. Vit kunnu eisini havna frelsu hansara og siga nei takk. Trúgvin er eitt val, ella vit velja hana frá.
Tá ið talað verður um trúnna og at velja Jesus er vert at minnast, at trúgvin ikki er treytað av okkara kenslum. Vit kunnu sum trúgvandi verða flúgvandi og sveima yvir vøtnunum, og alt tykist møguligt. Vit kunnu sum trúgvandi vera sálarliga tyngd og illa fyri, og at kalla einki tykist ganga til vildar.
Tað altavgerandi í kristnu trúnni er trúarinnar innihald, persónurin Jesus, sum trúgvin hvílir í og hevur sum fokus. Tess vegna er trúgvin bæði subjektiv og objektiv.
Subjektiv er trúgvin, tí tað er tað einstaka menniskjað, ið trýr. Subjektiv er trúgvin, tí tað er tað einstaka menniskjað, ið tekur við trúnni og frelsu Guðs í Jesusi.
Trúgvin er ein sannføring í hjørtum várum. Trúgvin er ein staðfesting av, at Guðs orð er sannleikin, og at Jesus er frelsari heimsins. Trúgvin tekur ímóti Guðs gávu í Jesusi, ið soleiðis sæð verður sannleikin um okkum og lívið í lívi okkara.
Objektiv er trúgvin, tí hennara kelda og uppkoma liggur uttan fyri menniskjað. Tað eru Guðs egnu avrik, t.d. skapan og endurskapan, ið skapa fortreytirnar hjá trúnni at trúgva.
Guðs avrik eru uttanfyri hin einstaka og verða latin menniskjum. Vit kunnu umvegis skapanina og endurskapanina í Jesusi Kristi fyrihalda okkum til Guðs í trúgv. Í trúnni verða Guðs avrik okkara. Tað objektiva fær innivist í tí subjektiva.
Tá ið vit geva Guði innivist í trúnni á son hansara Jesus, flytur tann guddómliga fyllan inn í hjørtu okkara. Vit fáa av náði Guðs lut í tí guddómliga.
Tá ið tað um trúnna verður sagt, at hon er eitt tilvitað val, mega vit orða okkum hóvliga. Hóast skriftin er greið á hesum øki, er Guðs ríki meira enn vit skilja og halda.
Tað er umráðandi, at vit ikki avskriva nakað menniskja frá møguleikanum at trúgva, at vit ikki avmarka Guðs egnu møguleikar við hinum einstaka.
Serliga eitt orð hjá evangelistunum Lukasi ger gudfrøðingin eyðmjúkan við atliti at støðuni sum Guds barn. Tá ið talan er um trúgv, ævigt lív og himmiríki, er evsta avgerð í Guðs hondum. Einans hann megnar at meta um og taka dagar ímillum.
Mín avgerð er galdandi meg sjálvan. Eg kann siga ja ella nei til Jesus sum Harra og frelsara. Eg kann ikki neyvt meta um trúnna ella tvørrandi trúgv hjá øðum. Eg kann ikki taka møguleikan at vera eitt Guðs barn frá einum øðrum menniskja. Tess vegna er eyðmjúkleiki ein kristin dygd, ið er verd at minnast.
“Eg lovi tær, faðir, harra himins og jarðar, fyri at tú hevur fjalt hetta fyri vísum og vitrum og opinberað tað fyri ómyndingum. Ja, faðir; tí at soleiðis hendi tað, sum tær líkar best.” (Lukas 10,21).
Uttanífrá og inn í okkara lív kemur trúgvin sum Guðs gáva kveikt av Heilagum Anda. Í hjørtum várum skapar trúgvin hita og útsýni, so vit síggja medmenniskjað. Trúgvin í hjørtum várum hevur tvinni endamál útyvir tað, at hon gevur okkum gleði, hvíld og tryggleika í einum ótryggum heimi.
Tað fyrra endamálið er at dýrdargera Guð og prísa navni hansara. At geva Jesusi heiður og æru og við Andans kraft boða menniskjum evangeliið um Guðs ríki.
Tað seinna endamálið er at vera menniskjum til signingar í orði, verki og tænastu, tí at fátæk hava vit altíð hjá okkum.
Skírisdag hoyra vit í kirkjunum, at Jesus er verdur tað allar besta, hóast tað er rættiliga kostnaðarmikið. Vit hoyra um kvinnuna, ið salvaði høvur hansara við dýrabarari nardus-salvu, hóast onkur metti, at salvingin var spill av peningi. Amen.
Orðið: “Tí at fátæk hava tit altíð hjá tykkum, og tit kunnu gera væl ímóti teimum, nær tit vilja; men meg hava tit ikki altíð... hon hevur frammanundan salvað likam mítt til jarðarferðina.” (Markus 14,7).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo