Talvsamband Føroya: Leikirnir á øllum borðum í teimum trimum dystunum í 1. deild verða allir varpaðir út á netið. Eisini síggjast tey fýra borðini í FM-finaluni millum Havnina og Sandavág í mynd, og í triðja lagi fara telvarar at viðmerkja gongdina í FM-finaludystinum.
Í Talvsambandinum eru tey spent um, hvussu henda fyrsta royndin av hesum slagi fer at eydnast. At varpa leikirnar beinleiðis frá talvborðum er ikki nýtt, men at leggja mynd og frásøgn aftrat hevur ikki verið gjørt fyrr í Føroyum.
Tað er Ingolf Gaard, telvari og KT-kønur, sum hevur ábyrgd av framleiðsluni. Frásøgumenn verða John Rødgaard, altjóða meistari, ið situr í Esbjerg, og Suni Merkistein og Ingolf Gaard, báðir telvarar.
Sent verður beinleiðis á Youtube umframt á teimum kendu talvpallunum, eitt nú Chess.com, Chess24 og øðrum. Leinki til beinleiðis varpingina sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.
Nógvir dystir
Landskappingin í talvi fyri lið endar í dag við stórum felagsumfari í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Havnar Telvingarfelag er vertur fyri endaumfarinum.
Í alt trettan dystir eru í fýra deildum.
Dystir og støður
Nógvir telvarar savnast fyrrapartin undir somu lon at avgera landskappingina í teimum fýra deildunum.
1. deild (10. umfar)
Sandavágur - Havnin
Klaksvík - Havnin B.
Vestmanna - Klaksvík B
Støðan í 1. deild
Havnin 28½
Sandavágur 27½
Klaksvík 17
Havnin B. 15
Klaksvík B. 11
Vestmanna 9
2. deild (10. umfar)
Kollafjørður B. - Sandavágur
Klaksvík - Havnin
Kollafjørður - Rókur
Støðan í 2. deild
Kollafjørður 25½
Klaksvík 24½
Sandavágur 20½
Havnin 17½
Rókur 10
Kollafjørður B 10
3. deild (10. umfar)
Kongshavn - Toftir
Kollafjørður - Sandavágur
Vestmanna - Havnin
Støðan í 3. deild
Havnin 21½
Kongshavn (Runavík) 21
Toftir 20½
Kollafjørður 16
Sandavágur 16
Vestmanna 13
4. deild (endaumfar)
Sandavágur - Havnin
Toftir - Klaksvík
Klaksvík B. - Rókur A.
Rókur - Kongshavn
Gøta frí
Støðan í 4. deild
Sandavágur 20½
Havnin 18
Gøta 18
Klaksvík B 16
Klaksvík 14½
Rókur 12
Kongshavn 10
Toftir 9½
Rókur B 9½
Telvað verður sum sagt í skúlanum við Løgmannabreyt í Havn, og byrjað verður klokkan 11 fyrrapartin. Og til ber at fylgja hvørjum leiki í dystunum í 1. deild. Sí leinki á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo