Leiddi teg í túninum
Fortaldi tær søgur
Tók teg við inn í Botnin
Eyguni so blá sum himmalin og havið
Tað havið sum tók teg
Størri kærleikin er
Størri er sorgin
Ævigt er takksemi
Tey 20 ár okkum untist teg at eiga
Vit merkja tína nærveru
Hvønn tann einasta dag
Takk fyri tíðina
Takk fyri 20 ár!
AnnaElisabeth Hansdóttir í Kálvalíð
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo