Tann 19.02.21 er lagt út eitt lesarabræv um Landsverk ”Landsverk í kreppu – djúpari kreppu”
Undirritaðu álitisfólk og varaálitisfólk á høvuðsskrivstovuni hjá Landsverki taka harðliga frástøðu frá hesum lesarabrævi.
Lesarabrævið er meinlíkt einum dulnevndum brævi, sum um ársskiftið varð sent til m.a. álitisfólk á stovnunum.
Munurin millum hesi brøvini er, at lesarabrævið á Vágaportalinum er undirskrivað ”starvsfólk”.
Innihaldið í lesarabrævinum er merkt av ikki-skjalfestum uppáhaldum, av beinleiðis faktuellum feilum og av niðurgerandi umtalu av stjóra og leiðslu og av førleikum hjá starvsfólkum.
Eitt og hvørt starvsfólk hevur rætt at vera ósamt við avgerðir og viðurskifti á sínum arbeiðsplássi.
Um eitt starvsfólk metir viðurskifti vera átaluverd, eigur átala ella kæra at vera ítøkilig og saklig og at verða borðin fram umvegis tær rásir, sum eru millum starvsfólk og stovnsleiðslur – tað vera seg álitisfólk, fakfeløg ella samstarvsnevnd.
Viðurskiftuni, sum verða umtalað í lesarabrævinum, eru hvørki saklig ella ítøkilig, orðingin er primitiv og ærumeiðandi.
Lesarabrævið er undirskrivað ”starvsfólk”, og hervið loyvir avsendarin sær at seta øll starvsfólk undir illgruna fyri at standa aftanfyri lesarabrævið, og hervið er talan ikki einans um álop á stovnsleiðsluna, men eisini álop á starvsfelagar.
Vit taka við hesum frástøðu frá innihaldinum í nevnda lesarabrævi og frá framferðaháttinum hjá avsendaranum.
Ole Jensen, álitisfólk fyri AKF-limum
Sonni Seier, varaálitisfólk fyri AKF-limum
Sølvi Sjurðarson, álitisfólk fyri teknikarum - Starvsfelagið
Bogi Vinther, varaálitisfólk fyri teknikarum - Starvsfelagið
Laila Saxov, álitisfólk fyri skrivstovufólkum - Starvsfelagið
Ragnhild Sandoy, varaálitisfólk fyri skrivstovufólkum - Starvsfelagið
Ólavur Jóannesarson Hansen, álitisfólk fyri BLF-limum
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo