Fleiri fáa sær ein steðg frá smarttelefonini og sosialum miðlum og fáa sær eina gamla telefon.
Tá smarttelefonin skolaði inn yvir mobilmarknaðin sum ein tsunami, søgdu fleiri farvæl til Nokia-telefonina, og síðani hevur Nokia-telefonin vorðin eitt nostalgiskt minni innast í skuffuni og tilvitskuni.
Men nú eru simple retro-mobilir við at koma fram aftur undir heitinum ’dumb phone’.
Á Youtube og Tiktok yður tað við video av ungum, sum tosa um fyrimunirnar við at brúka dumb phones, og amerikanskir miðlar sum The New York Times, Wall Street Journal og CNN hava kannað tendensin í USA, serliga viðvíkjandi generasjón Z, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo