Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var stórt framstig, tá kongaligi einahandilin og bátsbandið vórðu avtikin.

Tí kom óvart á, at lógaruppskotið um burðardygga ferðavinnu tekur gomlu lensskipanirnar aftur í brúk.  Hesaferð eru tað hotellini, stóru flutningsfyritøkurnar, útlendsku ferðaskrivstovurnar, íslendingar og VFI, sum skulu lívgast.

“Ofta etur hundur, tað hann sjálvur havnar”. - Men at slagsíðan í ferðavinnuuppskotinum fór at vera so ógvuslig, vardi ongan.

Stórsta ræðisrættarrán nakrantíð
Tað hevur verið, sum at vísa hund brand at nevna donsku grundlógina fyri Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Men nú er hann farin at lesa í grundlógini, sum hin grábeinti lesur í Halgubók at grundgeva fyri stórsta ræðisrættarráni á føroyskar jarðareigarar nakrantíð.

Tá helvtin av jørðini fór undir kong, fer at vísa seg at vera lítið afturímóti.

At røkka aðalmálinum at sæta teimum stóru og útlendingum, verður fetil lagdur um skøvningarnar á teimum nógvu, ið varða av jørðini. Tey skulu ikki longur gera av, hvør rekur vinnu í haganum.

Í § 5 stk. 1 er ásett, at handilslig ferðavinna einans kann útinnast í samráð við eigara ella bónda. Men stk. 2 sigur: “Ásetingin í stk. 1 gevur ikki eigara ella bónda heimild at nokta fyri virksemi..”

Her verða lunnindi tikin av bygd, - og flutt í bý, til fá, sum hava ovmikið frammanundan.

Landsstýrismaðurin, KVF og sakførarar siga ikki allan sannleikan
Landsstýrismaðurin og KVF, við stuðli frá sakførarum í miðstaðarøkinum, arbeiða hart fyri at mótprógva uppáhaldinum um, at ræðisrættinum verður gingið at mørkum í uppskotinum. Hesi hava, í tríræddaðum kóri kvøðið, at tey sum varða av jørðini kunnu nokta ferðavinnuvirksemi við sakligum grundgevingum.

Hetta er ikki rætt, tí eingin lógargrein er, sum heiðmiðlar at nokta. - Tvørtur ímóti! – Standast tvístøður, gevur landsstýrismaðurin harraboð um standardavtalu, (§ 5. stk. 3) sum tey á bygd kunnu revsast fyri, lýða tey ikki boðini.

Víst verður til § 12. stk. 3 í uppskotinum, tá uppáhaldið um, at heimild er at nokta, verður ført fram, - væl vitandi, at lógargreinin lekur. Nevnda grein gevur jarðareigarum einans sera skerda stuttíðarheimild at steðga vinnuligari ferðavinnu eina løtu á avmarkaðum øki, tá farið verður á fjall  ella at skjóta haru.  Tá fylgja treytir við, at ferðavinnan skal órógvast sum minst. Umframt at fjallboð og haruskjóting skulu almannakunngerast. (§ 12. stk. 4)

Revsureglur rættaðar ímóti bóndanum
Ferðafólkini gera sum teimum lystir í slíkari støðu. Revsureglurnar eru rættaðar ímóti bóndanum. Fellur ein bøllutur, tá gongan vendir, um ferðafólk standa fyri, kann roknast við, at danski fútin verður boðsendur. Ferðafólk hava tá verið fyri sjinkanu, og bóndin verður sektaður.

Lunch box to go
Støðugt hava hotellini, stóru flutnigsfyritøkurnar, útlendsku ferðaskrivstovurnar og  VFI, arbeitt fyri at tryggja sær alla virðisketuna í ferðavinnuni. Landsstýrismaðurin hevur tikið undir.

Omanfyrinevndu sigast ikki ring fyri at brynjað seg til nýggju tíðirnar, tá landsstýrismaðurin/samgongan og næstformaðurin í Sambandsflokkinum eru, sum alin vovin í  sama vaðmáli í ferðavinnuspurninginum.

Á náttborðum við hotellsengurnar liggja tí faldarar við áskriftini:

“Lunch box to go - If you, like many of our guests, are planning on experiencing the Faroese outdoors and hiking trails, we strongly recommend that you bring some food with you – let us take care of that”

Ikki eitt orð um søgufróðu lokalu ferðaleiðararnar kring landið. Heldur eingin kunning um mongu møguleikar at keypa lokalar stuttfluttar matvørur á bygd.

Standa við bukkuspannir
Tá lóggivið verður í fóðrið á teimum stóru, verður neyvan molin til lokal, og tey sum fáast við landbúnað.

Lokali luturin verður at standa við bukkuspannirnar, tá Lunch box to go er tómur, og skal burturbeinast. Nátthúsini skulu eisini haldast rein, tá ferðafólkini hjálpa sær sjálvum eftir hotellmettuna.

Fleiri skeiðir, - eina vaflu
Um ferðafólk freistast, at keypa vaflu, róma og rabarbusúltutoy, at stytta stundir í onkrum bygdarlagi, verður biðið um fleiri skeiðir, at luta vafluna millum mongu ferðafólkini.

Onnur ókeypis skylda útveitt lokalum verður at fara í fjøllini at knossa beinbrotin ferðafólk at húsum, og at bjarga teimum, sum hava gingið seg í óførið.

“Tað velst um teg um bøur ber”

Burðardygg ferðavinnu hevur flutt hugan til ørindi í yrking eftir, Karsten Hoydal, sála:

Men tú, sum arvar dyrka lendi,

Minst til, hvør grønur teigur er

ein ogn, sum lívið í tær eigur,

tað velst um teg, um bøur ber.

Higartil hava tey, sum varða av jørðini vita, at hvør grønur teigur er ogn, sum ber lív, - og at arvurin má røkjast, um ognin skal bera frukt. Hesin siðaarvur fer nú í søguna.

Tey stóru kunnu fegnast, til ómettiligi hungurin eftir meir, fær tey aftur í hitapottarnar at leggja ráð, hvussu næsta atsóknin at Palleba og Marsannu úti á bygd skal fáast í lag.

Íslandingar sama rætt sum óðals- og festibóndur
At lívga brøðratjóðini fyri vestan, hevur landsstýrismaðurin smíðað lógarreglurnar soleiðis, at íslendingar fáa somu rættarstøðu í fjøllunum, sum føroyskir óðals- og festibóndir á bygd. (s. 14)

Við “burðardygdargjaldinum” á 225 kr. er leyst og liðugt.

Hómast vón
Uppskotið er nú í Løgtinginum, og tey bjartskygdu spyrja, um enn hómast vón?

Fer Løgtingið at kalla inn, so sakliga kann vísast á leiðir at loysa gongd í haga hjá føroyingum øðrumegin, - og at skipa ferðavinnuna hinumegin?

Gongd í haga og ferðavinna eru hvør sín lutur. Tann fyrri eigur ikki at vera agn fyri tí seinna!

Tað ber til at finna loysnir, uttan slagsíðu millum tey, ið hava frammanundan, - og tey lokalu. Loysnir sum geva hotellum, flutningsfyritøkum og VFI gott virkisgrundarlag, og sum slóðað fyri samstarvi millum jarðareigarar og onnur í ferðavinnuni uttan tvingsil.

Tá kann landbúnaðurin mennast, náttúran verjast og ferðavinnuspírar spretta.

Samlaða úrtøkan fyri land og tjóð verður størri, og huglagið í vinnuni betur. Treyin er tó, at Løgtingið ikki kíkar vanlagnuuppskotinum.

 Gondar leiðir
Tíð má setast av til viðgerðina. Kostar tað eina tingsetu, - gerst ikki við. – Setningurin at finna røttu loysnirnar eigur at viga tyngstur.

Sjálvur havi eg í aðrari grein nevnd: “Eingin gularót í pakkanum, tit skulu niður við nakkanum” víst á loysnir. Onnur eru, heilt víst sum kunnu koma við skilagóðum íkasti.

Tað verður viðgerðin í Løgtinginum, sum fer at vísa um bøur ber!

Bjørn Kalsø,
bóndi/jarðareigari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo