Filmsfelagið: Mikukvøldið vísur Filmsfelagið nýggja Hirtshals-filmin ”Synkefri”, sum byggir á veruligar hendingar.
Tá deksbáturin Hanne Dorthe við trimum monnum umborð kemur í havsneyð um náttina hin 1. desembur 1981 útfyri havnina í Hirtshals, fer spildurnýggi bjargingarbáturin RF2 til hjálpar. Umborð á bjargingarbátinum eru seks mans. Á papírinum er hann skrásettur sum synkefri, tað vil siga, at bjargingarbáturin eigur ikki á nakran hátt at kunna søkka, hóast veðrið er av tí ringasta, sum tað var hesa náttina. Júst hetta gevur filminum navnið ”Synkefri”.
Men tað syndarliga hendur, at tá klokkan er farin av eitt um náttina og djarva royndin at bjarga teim neyðstøddu verður uppgivin, fær bjargingarbáturin ein sjógv.
Tilsamans sjólótust níggju mans hesa ódnarnátt í Hirtshals.
Tá myndugleikarnir leggja ábyrgdina á herðarnar á stýrimanninum á nýkepta bjargingarbátinum, setir seytjan ára gamli sonurin, Henrik (Sylvester Byder), sær fyri at kanna, hví vanlukkan hendi, og ikki minst at reinsa dálkaða navnið á pápanum.
Meðan Henrik leitar eftir sannleikanum, stríðist hann annan vegin við fiskimennirnar, ið síggja fyri sær, at teir missa arbeiði, og hin vegin við myndugleikarnar, sum fyri alt í verðini vilja sleppa undan eini almennari gølu. Ímeðan eru næstrafólkini so niðurundirkomin av sorg, at vandi er fyri at familjan syndrast.
Sjáldsami danski filmurin ”Synkefri” er ein nemandi lýsing av menniskjansliga stríðnum fyri rættvísi.
Leikstjórin, Christian Andersen, sum sjálvur er úr Hirtshals, hevur eitt personligt samband til hendingarnar, hann lýsir í filminum. Fyrr hevur hann gjørt norðurjútska filmin ”Ingen skal sove”.
Leikarar eru: Sylvester Byder, Anders Brink Madsen, Johanne Louise Schmidt, Sofie Torp, Esben Dalgaard, Iben Dorner og Henrik Birch.
Funfact í Hirtshals-filminum ”Synkefri” er, at ein gamal, gráur Fordur av modellinum Granada 2,3 er við í upptøkunum. Bilin eigur Jan Breiðaskarð.
Filmsfelagið 6/12 kl 20:00 Synkefri (Christian Andersen Danmark 2023 105 min)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo