Annar dagur í tónleikakappingini Stella Polaris er av, og aldursbólkurin 18-24 ár hevur í dag framført í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.
Dómsnevndin, Magnus Johannessen, Maria Guttesen, Høgni Lisberg, Benjamin Petersen og Guðrun Sólja Jacobsen, høvdu ta tørføru uppgávu at kjósa tey bestu. Dómsnevndin valdi at geva triðju virðisløn til TeleMama. Síðani varð onnur virðisløn handað Ayphin, og at enda varð vinnarin funnin, sum varð bólkurin SWAY.
Allir luttakararnir fingu luttøkubræv og blómur frá Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býraðs, sum skipar kappingina.
Stella Polaris er av á hesum sinni, og fyriskiparar vilja takka øllum, ið luttóku, lurtaðu og stuðlaðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo