Nú er alt komið undir land í samband við Seniorfestivalin, sum fer av bakkastokki leygardagin 3. juni kl. 15.00, tá Tórbjørn Jacobsen, borgastjóri setur festivalin.
Seinasta navnið, ið verður kunngjørt er hin vælumtókti og fólkakæri Sveinur í Prestgarði, sum trínur á pall kl. 17, 20
Fyrireikararnir eru sera fegnir yvir ta undirtøka, sum festivalurin hevur fingið og gleða seg til hendan festivalin, sum tann einasti av sínum slagi er ætlaður seniorum – teim tilkomnu.
Tónleikaranøvnini tala fyri seg og er eingin ivi um, at hetta verður eitt hugnaligt og stórsligið upplivilsi, ið áhoyrararnir fáa – í sera góðum umstøðum á røktarheimsøkinum og á Eysturoyar røktar-og ellisheimi – eisini hjá teim, ið gera nýtslu av koyristóli.
Hinir luttakararnir verða:Tónlist - Magni Christiansen – Vestmenn – Hans Jacob Hjelm – Døgg Nónsgjógv - Signar í Homrum – Rannvá Vesturklett - Hallur Joensen - Skálafjarðar sløkkilið, Ragnar Sundstein, Hanna og Terji .
MC hevur tíanverri forfall.
Tað tekniska er í góðum hondum og verður tað AVlux, sum borgar fyri tí.
Frásøgumaður verður Bill Justinusen, sum helst fer at seta skemtiligan dám á tiltakið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo