Leygardagin fara superstjørnurnar Billie Eilish, John Legend og onnur stór nøvn at hava konsertina «One World: Together At Home» til tess at stuðla WHO.
Altjóða áhugamálsbólkurin Global Citizen og WHO hava í samstarvi við Lady Gaga tikið stig til konsertina til tess at heiðra og stuðla heilsustarvsfólkum og WHO í stríðnum móti COVID 19-alheimsfarsóttini, skrivar NRK.
Men tað eru ikki bara musikarar sum luttaka, eisini aðrir kendir profilar sum fótbóltsstjørnan David Beckham, Formel 1-koyrarin Lewis Hamilton og heimsins kendasta talkshow-vertinna Oprah Winfrey.
Can’t wait for you to see what we’ve put together! Tune in! https://t.co/v4owoA8QdM
— Lady Gaga (@ladygaga) April 14, 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo