Leygardagin 19. juni klokkan 17.00 hevur Tórshavnar Manskór konsert í Hoyvíkar Kirkju.
Kórið hevur, undir leiðslu av kórleiðarunum báðum, Bjarna Restorff og Kára Bæk, vant eina fjølbroytta og áhugaverda skrá við bæði kendum og minni kendum sangum – føroyskum og útlendskum.
Tórshavnar Manskór hevur tann framíhjárætt at hava fleiri dirigentar millum sangararnar, og nakrir av hesum fara eisini at stjórna sangum á konsertini.
Vanliga hevur kórið nógvar framførslur gjøgnum sangárið, men Corona hevur avmarkað hetta munandi. Tí gleðir kórið seg at enda sangárið 2020/21 við konsertini leygardagin.
Øll eru vælkomin til konsertina, men sjálvsagt verður atlit tikið til verandi koronustøðu í landinum, og tilmælini frá heilsumyndugleikunum verða fylgd.
Konsertin er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo