BirkBlogg: Í næstu viku verður nýggi Wenders filmurin Submergence heiðursfilmurin, ið sleppur at byrja altjóða filmstevnuna, sum á 65. sinni er í spanska saltfiskabýnum San Sebastian. Hóast Føroyar ikki eru nevndar í pressutilfarinum undan filmstevuni, var nógv hóvasták, tá kendi týski leikstjórin og hansara upptøkulið, ið taldi út við 30 fólk, vóru í Føroyum í fjør summar. Omanfyri er hann avmyndaður saman við Guðrið Højgaard, stjóra á Visit Faroe Islands.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo