Kringvarpið: Klokkan 21.30 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at stuldur varð framt í trimum campingvognum, sum stóðu við tjaldingarøki á G! Festivalinum, skrivar Kringvarpið.
- Ein maður, fyrst í 20'árunum, hevur viðgingið at hava framt stuldurin, sum fevndi um millum annað rúsdrekka, lyklar, bansinkort og pengapung.
- Maðurin hevur eina kriminella fortíð, sum ger, at løgreglan umhugsar at biðja um at fáa mannin í grundlógaravhoyring, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn við Kringvarpið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo