Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Javnaðarflokkurin: Á stórum tiltaki í annaðkvøld kl. 18:30 verður sjóneykan sett á bústaðartrot, og hvussu vit kunnu loysa tað. Tað er Javnaðarflokkurin, sum skipar fyri, og har verða bæði føroyskir, danskir og svenskir serfrøðingar at hoyra í Auluni í Finsen.

Øll eru vælkomin, og tað er ókeypis at luttaka. Tiltakið verður eisini stroymt. 

- Bústaðarmarknaðurin er glóðheitur. Tað er trupult hjá vanligum fólki at seta búgv, tí prísurin er høgur. Tað sæst eisini á leigumarknaðinum, har høgar húsaleigur eru við til at tyngja tey, sum frammanundan ikki hava ráð til at keypa sær eitt heim. Tí vil Javnaðarflokkurin varpa ljós á loysnir, sum kunnu taka trýstið av bústaðarmarknaðinum í Føroyum, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.

Skrá:

18:30: Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, bjóðar vælkomin

18:40: Kári Holm Johannesen, Hagstovan

19:00: Solveig Råberg Tingey, Danmarks Almene Boliger

19:20: Allan Skaalum, virkandi stjóri, Bústaðir

19:40 - 20:00: Steðgur  

20:00: Kaare Dybvad Bek, danskur bústaðarmálaráðharri  
 
20:20: Lisa Pelling, leiðari á svensku tankasmiðjuni Arena Idé

20:40: Møguleiki at seta spurningar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo