Tórshavnar kommuna: Hátíðarhald var á Lágargarði nú seinnapartin, tá fleiri starvsfólk høvdu starvsdagar. Annika Olsen, borgarstjóri, handaði gávur og segði nøkur orð um Lágargarð í hesum sambandi. Hon segði m.a.:
- Trúfesti og áhaldni í starvinum hevur so ómetaligan stóra týdning fyri Tórshavnar kommunu. Hetta, at vit vita, at okkara býur og alt, sum fær býin at virka, er í tryggum, dugnaligum og vælvandnum hondum.
- Tað er nógv broytt innan eldrarøkt seinastu árini. Í dag umsita kommunurnar eldraøkið. Í hesum sambandi eru fleiri viðurskifti í Tórshavnar kommunu broytt.
- Í dag verða t.d. allar tænastur og øll tilboð til aldrandi borgarar savnað í nýggjum stovni við heitinum Heilsu- og umsorganartænastan, bæði til teirra, ið hava tørv á føstum búplássi, og til teirra, sum hava tørv á heimahjáp og heilsufremjandi tilboðum.
- Lágargarður er farin um 30 ára aldur, so stovnurin er sum so ungur enn. Men tað eru mong túsundtals fólk, sum hava havt tilknýti til Lágargarð so ella so øll hesi árini.
- Her hugsi eg ikki bara um búfólk, men um tey mongu, sum trúfast hava virkað her dag út og dag inn. Her eru fleiri í dag, sum hava heili 30 ára starvsdag, og tað er ikki smávegis.
- Eg kann so bara fegnast um, at tykkara ómetaliga stóra trúfesti bara kann merkja, at tit hava trívst. Og vónandi hevur Tórshavnar Kommuna eisini roynst eitt gott arbeiðspláss seinnu árini. Tí annars høvdu tit ikki støðast so væl.
- So enn einaferð, hjartaliga takk fyri tykkara trúfasta og stóra arbeiði fyri okkum øll.
- Lágargarður eitt livandi og opið heim. Lágargarður er heimið hjá bú- ella húsfólkunum, har gerandisdagurin er merktur av tryggum og heimligum umhvørvi, og har starvsfólkið við sínum fakliga førleika veitir dygdargóða røkt og umsorgan, stimbrar til eginumsorgan, og stuðlar undir einum virknum gerandisdegi, mett frá støðu og lívssøgu hins einstaka.
- Tað skal eingin ivi vera um, at tað er ein avbjóðing fyri kommununa at skapa røttu karmarnar til eldru borgararnar. Men tað skal bera til. Og tað skal eisini bera til at skapa arbeiðskarmar, sum gera, at øll starvsfólk trívast minst líka væl sum tit hava trivist.
- Sitandi samgonga í býráðnum hevur staðfest, at hóast eldri fólk í Tórshavnar kommunu sambært kanningum sum heild hava tað gott, so eru vit ikki komin á mál.
- Tí fegnast vit um samstarv við tykkum øll, limir í eldraráðnum, starvsfólk og sjálvboðin – tit eiga øll uppiborna eina stóra tøkk fyri tykkara týdningarmikla og kompententa lut í arbeiðinum fyri okkara eldru borgarar og okkara kommunu.
- Tað er við gleði vit síggja, hvussu væl hesin stovnurin virkar og hvussu væl hond verður tikin um bæði búfólk og starvsfólk.
- Mín stóra vón er, at vit eisini í framtíðini skulu megna at veita øllum borgarum tann tryggleika, sum liggur í slíkum heimum sum hesum, har umsorgan og kærleiki tryggja, at hond verður tikin um okkum øll okkara lívskvøld.
- At enda fari eg at ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við degnum í vón um blíðan byr, segði Annika Olsen, áðrenn hon handaði blómur og gávur.
Tær, ið høvdu starvsdagar, vóru hesar:
Tríggjar vóru ikki til staðar:
Arnleyg Mikkelsen, sum er sjúkrarøktarfrøðingur á Miðstovu, fer frá vegna aldur. Gunnvá Durhuus, sum er heilsurøktari á Handastovu, hevur 20 ára starvsdag. Birgith Zachariassen, sum er sjúkrahjálpari á Handastovu, hevur 30 ára starvsdag.
Tær, ið vóru til staðar:
Essemia Vang er sjúkrarøktarfrøðingur á Miðstovu og hevur 30 ára starvsdag.
Anna Maria Mikkelsen er sjúkrahjálpari á Miðstovu og hevur 30 ára starvsdag.
Sóley Leo er sjúkrahjálpari á Miðstovu, hevur 30 ára starvsdag og fer frá vegna aldur.
Sigrun Mortensen er hjálparfólk í køkinum og fer frá vegna aldur.
Eyðgerð við Streym er hjálparfólk á Handarstovu og fer frá vegna aldur.
Ruth Lamhauge er vaskifólk á Handarstovu og hevur 20 ára starvsdag.
Torgunn Engskær er sjúkrahjálpari á Heimarastovu og hevur 20 ára starvsdag.
Frígerð Dam er sjúkrahjálpari á Heimarastovu og hevur 20 ára starvsdag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo