Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum
Evni: Bústaðir kring landið
Spurningar:
1. Hvussu nógvar vanligar búeindir, og hvar í landinum, hevur Bústaðir bygt seinastu 4 árini?
2. Hvussu nógvar vanligar búeindir, og hvar í landinum, hevur Bústaðir í gerð?
3. Hvussu stórur partur av hesum verkætlanum er saman við privatum?
4. Hvussu nógvir fyrispurningar eru frá privatum kring landið til verkætlanir saman við Bústøðum, og hevur hetta broytt seg, síðan heimildirnar hjá Bústøðum broyttust í vár?
5. Hvussu nógvar vanligar búeindir, og hvar í landinum, væntar landsstýrismaðurin, at Bústaðir fer at byggja komandi 4 árini?
6. Hvør er grundgevingin fyri, at Bústaðir byggir búeindir í høvuðsstaðnum, tá sera nógvar reint privatar bústaðarverkætlanir eru í gongd har, meðan mynstrið ikki er tað sama kring landið?
Viðmerkingar:
Tað er ein fatan millum fólk, at Bústaðir hevur bygt sera fáar búeindir seinastu árini, sum ikki eru til serlig endamál.
Í vár, tá heimildin hjá Bústøðum at byggja saman við privatum varð broytt frá «skal» til «kann» skiltist, at útlitini fyri bygging fóru at batna munandi, eisini saman við privatum.
Bústaðir hevur alment kunnað um, at nakað fer at verða bygt nú, harav 44 búeindir eru í høvuðsstaðnum og 25 kring landið (18 í yvirtiknari verkætlan í Fuglafirði og 7 í Streymnesi).
Í hesum sambandi er áhugavert at fáa at vita, hvussu mynstrini hava verið seinastu árini, og hvussu landsstýrismaðurin ætlar at brúka Bústaðir sum bústaðarpolitiskt amboð nú og komandi árini.
Á Løgtingi, 21. juni 2023
Eirikur í Jákupsstovu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo