Eftir besta útlendska filmin, Sonur Saul, sum verður vístur í annaðkvøld, kemur nú hin besti amerikanski filmurin í Filmsfelagið.
Tað er Oscarvinnarin Spotlight, ið er um journalistarnar á avísini Boston Globe, sum avdúkaðu seksuelt misbrúk av børnum og ungum í katólsku kirkjuni har í býnum.
Gravanadi journalistiska arbeiðið, sum elvdi til mikið rok í Boston, førdi skjótt til eina Pulitzer virðisløn.
Nú hevur filmurin um avdúkandi journalistarnar vunnið størstu Oscarvirðislønina sum besti filmur. Filmsfelagið sýnir nýggja filmin í Havnar Bio mikukvøldið 9. mars kl 20.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo