"Spin that Ship" er annað útspælið hjá Konsørn, sum verður á komandi plátuni "1418". Øll løgini eru komponerað og partvís upptikin á Sofiegården á Christianshavn, har duoin er stovnað og er búðstødd.
Plátan, "1418", er upptikin í Studio Bloch av Benjamini Petersen og Theodori Kapnas, miksað av Theodori Kapnas og mastrað av George Nerantzis.
Plátan kemur út fyrst í næsta ár og verður útgivin á Tutl.
Bárður Dal Christiansen hevur framleitt sjónbandalagið til "Spin that Ship".
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo