Fríði Sigmundsson og Beinta Elsudóttir Jacobsen koma í dag út við spildurnýggjum lagi, ið kallast "Her uttan teg".
Bæði framføra vanliga undir egnum navni, hetta er teirra fyrsta staklag saman, sum er ein duett við navninum Fríði og Beinta.
Vit koma at hoyra meira til teirra framyvir, millum annað fara tey at framføra á festivali í summar.
Ein spennandi nýggj føroysk duett við Fríða og Beintu.
Orðini eigur Petur Háberg Jacobsen, Marner av Lofti eigur lagið, og framleitt hevur Jákup Zachariassen
Vokalar og kór: Beinta Elsudóttir Jacobsen og Fríði Sigmundsson
Flestu ljóðføri: Jákup Zachariassen
Bass: Eyðun Johannessen
Trummur: Henning Nicodemussen
Mix og master: Óli Poulsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo