Fólk hava aftur borið eyga við flogmús í Føroyum. Tað hendi í Vatnsoyrum í gjár.
Tað er tó ikki nakað púra óvanligt fyribrigdi, sigur Jens Kjeld Jensen, fuglafrøðingur. Fyrsta flogmúsin, fólk vita um, varð sædd í Føroyum í 1964, og minst fimm ymisk sløg eru sædd her síðani tá.
Flogmýsnar eru vanliga ikki vandamiklar, men kunnu hava rabies sjúkuna, og um tær tá býta fólk kann tað vera deyðiligt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo