Sørvágs Bio, Dansistovan, SUF-disk, Wildwest og Klondyke. Mong eru nøvnini hjá kærum barni, hvar finna vit leið til felags stev?
Longu í 80’unum varð gjørt uppskot til dagføring av Sørvágs Bio. Umbiðið av Sørvágs Tónleikarfelag við fleiri, vóru her hølir til venjingar, veitsluhøli, skótar og smáfeløg, høli til biograf og sjónleik - við skránandi gólvi og sminkurúmi og - lift!
Sum nakað serstakt vóru skiftirúm og brúsir til SÍ eisini við í projektinum.
Seinni eru fleiri uppskot gjørd, men stendur hettar mær sterkast.
Kenni ikki søguna um hví hettar projektið ikki fekk betur lagnu, men vit kunnu bara staðfesta at hettar uppskotið saman við øllum hinum eru vigað til ov lætt at vera.
Undirtøkan varð ikki stór nokk til eldsálirnar ið tá vóru. Søgan hevur endurtikið seg nakrar ferðir og nú standa vit her við einum bygningi sum rópar varðskó. Hampa tit meg ikki, detti eg niður av mær sjálvum!
Sum kunnugt er ikki semja í bygdarráðnum um leið til felags stev. Av einum minniluta í vinnunevndini, verður skotið upp at heita á lærd, um at koma við uppskoti um eina multifunktionella bygdarráðsskrivstovu á staðnum, at leggja fyri fólkið og so taka vit dansistovuna niður.
Eg takið ikki undir við hesum uppskotinum.
Skulu vit hava nakra gleði av eini hugskotskapping má hon fevna um meir, enn her talan er um.
Hendan setan í bygdarráðnum er um at verða lokin. Ein hjálp til komandi bygdarráð kundi verið at skriva út eina hugskotskapping til leik og lærd um skipan og møguleikar í øllum miðstaðarøkinum.
Hvussu skipa vit økið við leikvølli, ítróttarhøll, innandurað spælihúsi, camping og country.
Hvussu samskipa vit økið við skúla, kirkju, bygdarráðsskrivstovu og bygdina annars. Hvussu skipað vit høvuðsferðsluna til og úr økinum.
Hvussu skipa vit økið, við ella uttan Sørvágs Bio?
Livst so spyrst!
Jákup á Stongum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo